Jóel kap. 1

Uppsetan
1. A Past Day of the LORD
1:1-20:1
a. The Invasion of Locusts
1:1-7:1
2 Hoyrið hetta, tit gomlu! Lurtið eftir, øll, sum í landinum búgva! Hevur slíkt hent á døgum tykkara, ella á døgum fedra tykkara!
3 Tit skulu siga børnum tykkara frá tí, børn tykkara sínum børnum, og børn teirra næsta ættarliðinum.
4 Tað, ið gnagarin* leivdi, át grashoppan upp; tað, ið grashoppan leivdi, át bítarin* upp, og tað, ið bítarin leivdi, át skavarin* upp.
5 Vaknið, tit druknu, og grátið! Venið tykkum, allir, ið drekka vín! Tí vínberjaløgurin er ryktur burtur frá munni tykkara.
6 Tí tjóð er komin móti landi Mínum, sterk og óteljandi; tenn hennara eru sum leyvutenn, hon hevur jakslir sum honleyvan.
7 Hon hevur so heilt gjørt enda á víntrøum Mínum, brotið fikutrø Míni; hon hevur gjørt tey púra ber og kastað tey burt; greinar teirra eru vorðnar hvítar.
b. A Call to Mourning
1:8-12:1
10 Markin er oydd, akurlandið syrgir; tí kornið er oytt, vínið er tornað upp, og oljan er horvin.
11 Bøndurnir eru vónbrotnir, víngarðsmenninir vena seg; tí hveitin og byggið, grøðin á markini er farin fyri einki.
12 Víntræið er tornað burtur, og fikutræið er følnað; granateplatræið, pálmin og eplatræið – øll trøini á markini – eru tornað burtur, ja, øll gleði er horvin frá menniskjabørnunum.
c. A Call to Repentance
1:13-20:1
13 Latið tykkum í syrgibúna og gremjið tykkum, tit prestar! Venið tykkum, tit, ið gera tænastu við altarið! Farið inn og sitið alla náttina í syrgibúna, tit tænarar Guds míns! Tí matoffur og drykkjuoffur eru horvin úr húsi Guds tykkara.
14 Lýsið heilaga føstu, boðið hátíðarstevnu, fáið saman hinar elstu, ja, allar, sum í landinum búgva, í húsi HARRANS Guds tykkara, og rópið til HARRAN!
15 Vei okkum – á tann dagur! Dagur HARRANS er nær og kemur sum oyðing frá hinum Alvalda.
17 Frækornini liggja skorpnað undir moldbøkkunum; goymslurnar eru oyddar, løðurnar niðurbrotnar, tí kornið er tornað burtur.
18 Sum kríatúrini geva seg! Neytafylgini renna rødd um, tí tey vita ongastaðni at eta; eisini seyðafylgini noyðast at líða neyð.
19 Til Tín, HARRI, rópi eg! Tí eldur hevur oytt beitini í oyðimørkini, og login hevur sviðið øll trø á markini.
20 Um tað so eru dýrini á markini, rópa tey til Tín; tí løkirnir eru upptornaðir, og eldur hevur oytt haglendið í oyðimørkini.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Næsti kapittul